Bookmark and Share     Sitemap    
 
 
 

SHALOM

VŠlkomin til heimasÝ­una hjß ═sraelsmissiˇnini!
 
 

Return to sender

Vit ynskja, vi­ kŠrleika og vir­ing, at bera gle­ibo­skapin aftur til r°turnar, hitt j°diska fˇlki­, og vi­ or­ og ger­ virka fyri fri­i millum Gud og menniskju og fri­ millum menniskju.
 
 

TÝ­indabrŠv

Tekna teg fyri ˇkeypis TÝ­indabrŠvinum frß ═sraels-
missiˇnini, i­ ver­ur sent vi­ t-posti eftir t°rvi.
Trřst her
 
 

Hjßlp ═sraelsmissiˇnini

Hjßlp okkum at bera ta­ besta vit fingu ˙r
═srael, evangelii­, aftur til ═sraelsfˇlk!
Les meira
 
 

Tey kenna ikki Jesus!

Einans 1% av j°diska fˇlkinum kenna Jesus Messias!
Hv°nn skal eg senda? spyr Harrin. (Jesaja 6.)

Eg m°tti Yeshua ß YouTube

 
Tveir ungir messianskir jødar í Ísrael, Eitan og Moti, eru sera virknir við evangelisering á heimasíðu, YouTube og facebook. Sera nógv síggja teirra videobrot og vitnisburðar og fáa annars meiri at vita um Yeshua (Jesus).


Videobrotini eru væl gjørd og av tí sama sera forvitnislig. Tað eru eisini nøkur, ið eru komin til trúgv á Jesus av at síggja hesi videobrotini.

Ein ortodoksur jødi við navninum Gil skrivar soleiðis til Eitan 16. august í 2016:
“Eg havi ikki orð fyri mítt takksemi til tín og Moti fyri greinarnar og videobrotini. Eg sá tykkara videolýsingar á YouTube fyri einum ári síðani, men tá ið eg fann út av, at tað var um kristindómin og Jesus, sløkti eg. Men her í seinastuni rendi eg meg aftur í tykkara video, og eg kendi meg raktan á ein tílíkan hátt, at eg mátti fara at lesa profeti’ini í Gamla Testamenti. Tað yvirraskaði meg at finna út av, at tey øll peikaðu á Yeshua.
Síðani ynskti eg at fáa meir at vita um tann messianska jødiska lívsstílin – hvussu liva tit tykkara lív – men eg legði til merkis, at tað handlar ikki um, hvat vit gera, men um hvat er innaní, broytingin í hjartanum.
Eg varð føddur inn í eina ortodoksa jødiska familju, og eg gekk sera høgt upp í mín átrúnað. Tá ið eg hevði bar mitzvah (á leið svarandi til konfirmatión í kristnu kirkjuni) var eg sera trupul at hava við at gera, tí eg gekk so strangt eftir lógini. Seinni kom eg til tað úrslit, at nakað var galið, og eg vrakaði bæði Gud og átrúnaðin. Nakað seinni vendi eg mær aftur til Yeshiva (eitt slag av jødiskum toraskúla), og eg helt, at tey kundu hjálpa mær. Men eg fór frá teimum eitt ár seinni sum ateistur. Hendan summarferian hevur broytt mítt lív. Eg fann Messias, og fyri tveimum døgum síðani gav eg mítt lív til Jesus.

--------------

Fakta:
Á www.oneforisrael.org og www.imetmessiah.com eru vitnisburðar, bíbliuundirvísing, gudfrøði, bloggar og nógv annað, sum Eitan og Motti hava framleitt. Nógv av tilfarinum er á video, og tað er sera áhugavert at hyggja eftir.



Mynd av www.oneforisrael.org

═sraelsmissiˇnin 25 ßra hßtÝ­arhald

 
Ísraelsmissiónin varð stovnað 20. oktober 1992, og kann sostatt í ár hátíðarhalda 25 ár sum útimissiónsrørsla. Hetta verður gjørt við almennum hátíðarhaldi í missiónshúsinum í Leirvík
29. oktober klokkan 18.

Á skránni er tala, sangur, søguligt yvirlit, myndir, innsløg frá ymiskum, ið hava verið við í
arbeiðinum og nógv annað. Eisini verður ein góð máltíð at fáa. Tiltakið er alment, og øll eru
vælkomin.

Hesi 25 árini hevur Ísraelsmissiónin havt 22 volontørar í Ísrael í styttri ella longri tíð. 11 summur hevur Ísraelstoymið gjørt hjálpararbeiði í Ísrael. Ísraelsmissiónini og fólk við tilknýti til Ísraelsmissiónina hava eisini skipað fyri 18 bólkaferðum við føroyingum til Ísraels.

Ísraelsmissiónin hevur hesi árini havt nógvar gestir í Føroyum, og á hvørjum ári hevur
Ísraelsmissiónin stuðlað nógvum ymiskum arbeiði í Ísrael í bøn og fíggjarliga.

Ísraelsmissiónin hevur sum endamál:
- at vekja áhuga og kunna føroyingar um, hvat Bíblian lærir um Ísrael og jødafólkið og bera hesum Guds útvalda fólki gleðiboðskapin um Jesus Messias, stuðla teimum í forbøn og við kristnum næstrakærleika.

Myndatekstur:
Føroyingar á bíbliuskeiði við Genesaretvatnið í 2017.

Um ═sraelsmissiˇnina

 
 
Ísraelsmissiónin (ÍM) varð stovnað 20. oktober 1992

Loysunarorð:
Loysunarorð og ynski okkara er tað sama sum Paulusar: "Brøður! Tað er hjartans ynski mítt og bøn til Guds, at teir (Jødarnir) mega verða frelstir! (Rómverjabrævið 10,1)

Endamál:
Ísraelsmissiónin hevur sum endamál at vekja áhuga og kunna føroyingar um, hvat Bíblian lærir um Ísrael og jødafólkið og bera hesum Guds útvalda fólki gleðiboðskapin um Jesus Messias, stuðla teimum í forbøn og við kristnum næstrakærleika.

Tað er okkara skylda sum kristin at bera jødafólkinum tað besta, tey hava borið okkum, nevniliga Jesus Messias, aftur til jødarnar.

Hetta vilja vit gera við at upplýsa um Ísrael, skipa fyri møtum, fundum, stevnum, skeiðvirksemi og øðrum, og eftir førimuni stuðla teimum messiansku jødunum og ávísum tiltøkum í Ísrael, sum fremja endamálið hjá Ísraelsmissiónini.

Ísrelsmissiónin ynskir eisini at stuðla arbeiði, ið verður gjørt at fáa frið millum jødar og arábar, og annars eisini at stuðla kristnum palestinum.

Ísraelsmissiónin stuðlar

Í fleiri ár hevur Ísraelsmissiónini stuðlað arbeiði fíggjarliga, ið verður gjørt í Ísrael at bera Guds orð til Guds fólk.
Aftur í ár stuðla vit trimum ymiskum virksemi í Ísrael. Vit stuðla arbeiðinum í Ímmanuelskirkjuni í Tel Aviv, har vit eisini hava lim í stýrinum, bíbliufelagnum í Ísrael og arbeiðinum hjá Orðið & Ísrael. Við at geva eina gávu til Ísraelsmissiónina, stuðlar tú eisini hesum arbeiðinum.
Vit takka hjartaliga fyri einhvørja gávu.

Meet the People of Israel

 
 
 
 
 
 
 
 
 
Kom til Ísrael í eitt hálvt ár sum volontørur/útsendingur fyri Ísraelsmissiónina? Send okkum ein teldupost ella ring 770707 ella 597777. Les her.

TÝ­indabrŠv og SMS-tŠnasta

Tíðindabrævið, ið er ókeypis, verður sent sum t-postur eftir tørvi.

Fá ókeypis SMS-boð við bønarevnum, einum Guds orði og tíðindum.

Tú kanst, til eina og hvørja tíð, frámelda Tíðindabrævið og SMS-tænastuna.
      
Israelsmissiˇnin | Trˇndarbrekka 1, FO-510 Fuglafj°r­ur - Faroe Islands | Tlf.: +298 770707