Forsíða | Ísraelsmissiónin | Shalom-blaðið | Tiltøk | Missión | Útsendingar | Tíðindi | Slóðir
Legg síðuna í foretrukne  Ger síðuna til startsíðu   English version

 
Greinar
Return to sender
Biðið um frið – í Miðeystri!
Via Dolorosa og Via Amorosa
Borgarlið Sálomons funnin í Gezer?
Leiðin hjá Ísraelsfólki úr Egyptalandi
Ein mynd av Jesusi?

Shalom-Blaðið
Apríl 2010, síða 1
Apríl 2010, síða 2
Apríl 2010, síða 3
Apríl 2010, síða 4
Nov. 2009, síða 1
Nov. 2009, síða 2

Borgarlið Sálomons funnin í Gezer?

Lagt út hevur : Frants Jensen , tann 27/8-2007

Gezer býur hevði stóran týdning í gomlu søgu Ísraels og í Miðeystri sum heild. Nýggjastu útgrevstrarnir í Tel Gezer birta upp undir kjakið millum granskarar í Gamla Testamenti, um Dávid og Sálomon veruliga ráddu yvir einum stórum kongadømi, ella teir vóru bara smáir staðbundnir fúrstar.


Sí myndir her.


Skrivað hevur Steven M. Ortiz, Southwestern Baptist Theological Seminary
Greinin hevur staðið í blaðnum TEL nr. 1, 2007
Heri Tróndheim týddi


Tað eru meira enn tríati ár liðin, síðani fornfrøðingar seinast royndu at avdúka søgu Tel Gezers. Á sumri í 2006 fóru teir undir nýggjan útgrevstur í gamla býi Sálomons, Gezer. Teir, ið skipaðu fyri, vóru Dr. Steven M. Ortiz frá Southwestern Baptist Theological Seminary og Dr. Sam Wolff frá Israel Antiquities Authority. (1)
Hesin gamli býurin er við ein síðuveg til Via Maris, sum er tann gamli handilsvegurin, ið bant saman Egyptaland og Mesopotamia. Gezer ansaði eftir Ajalon dalinum og leiðini frá strondini niðan til Jerúsalem og fjøllini í Judeu og Sámariu. Býurin er kendur í bíbilskum, egyptiskum og assýriskum keldum. Hann varð altíð tikin, hvørja ferð ein kongur sendi hermenn til einahvørja atsókn (td faraoarnir Tutmoses III, Ramses II og Merneftah og assýriukongurin Tiglat- Pileser III). Býurin er ein av teimum kananeisku býunum, sum er nevndur á minnissteininum hjá Merneftah, har eisini Ísrael fyrstu ferð er nevnt í eini ikki- bíbilskari keldu.
Gamli býurin er rúmar 13 hektarar stórur, og er bygdur á umleið 225 metra hædd. Økið er tveir heyggjar við einum dali ímillum. Har er ein vatnkelda, og dalurin er sera fruktagóður. Fornaldar jarðarbrúkið var bygg og olivinlundir.

Gezer í Bíbliuni
Gezer verður umtalað í Bíbliuni. Tá ið Jósva legði landið undir seg, stóð Hóram úr Gezer á odda fyri samgonguni ímóti samgonguni millum gibeonittar og ísraelittar. Ísraelittarnir vunnu sigur á kanaaneisku samgonguni, men kundu ikki leggja staðin undir seg (Jósva 10,33). Býurin gjørdist ein av býunum á suðurmarkinum hjá Efraims ættargrein (Jósva 16,3) og varð latin kehatittunum millum levittanna (Jósva 21,21; Dóm. 1,29) Nøkur fá hundrað ár seinri rak Dávid filistarnar eftir teirra ósigur í Refaim-dalinum “frá Geba til Gezer”, og hetta vísir okkum, at Gezer lá á markinum til øki filistanna (2 Sám 5,25). Gezer varð upptikin í økið hjá sameindu ríkjunum, tá ið tann egypiski farao læt býin sum heimanfylgju, tá ið hann læt dóttur sína giftast Sálomoni (1 kong 9,16). Flestu granskarar halda, at hesin farao var Siamun, tann 21. í kongsættini. Sálomon kringsetir tríggjar stórar býir um ríki sítt og hevur teir sum støðir og hervirki: Hasor, Megiddo og Gezer (1 Kong 9,15)

Søgan um útgrevstrarnar
Fyrstu ferð, útgrivið var í Gezer, var tíðliga í 20. øld, og var maðurin R.A. Macalister. Sjálvt um hesin útgrevstur var einfaldur eftir nútíðar mynstri, so var hann ein av teimum fáu støðunum, har menn gróvu fyri at kanna løgini og í teimum finna søgu býarins.
Í 1960-árunum kannaði William G. Dever staðin, hesin Dever var stundentur hjá G. Ernest Wright, sum aftur var studentur hjá William F. Allbright- hann var í síni tíð mettur sum faðirin hjá bíbilsku fornfrøðini. Tess vegna vórðu hesir útgrevstrar, sum HUC (Hebrew Union College) gjørdi í seksti og sjeyti árunum, seinri til skúlaútgrevstrar hjá amerikonskum bíbliufornfrøðingum. Teir flestu núverandi útgrevstrarleiðarar vóru lærdir á Tel Gezer. HUC- útgrevstrarnir umboða eisini ta bestu tíðina hjá bíbilsku fornfrøðini og menningina av henni sum ein sjálvstøðug vísindagrein í bíbilskari gransking. Hesir útgrevstrar vístu leiðina til “ta nýggju fornfrøði”, sum bleiv tann ráðandi í amerikonsku fornfrøðini og í vísindagreinini mannfrøði.

Borgarlið Sálomons
Samstundis sum hesir útgrevstrar vístu á 26 løg, hevði útgrevsturin stóran týdning fyri ta serkendu rannsókn í bíbilskari fornfrøði. Yigael Yadin, ein gitin ísraelskur fornfrøðingur, var varugur við eftir sín úgrevstur í Hasor, at eitt borgarlið frá 10. øld f. Krist líktist einum øðrum borgarliði í Megiddo. Hann segði, at Macalistar høvdu grivið út ein part av einum borgarliði av sama slagi, og at hesi trý borgarliðini sýndu byggivirksemi hjá Sálomoni kongi, sum greitt er frá í 1 Kong 9,15: kongurin hertók “Hasor, Megiddo og Gezer”. Útgrevsturin hjá HUC sýndi, at Yadin hevði rætt, og hetta gjørdist eitt av bestu dømum í bíbilskari fornfrøði um, at tekstur og útgrevstur kunnu styðja hvørannan.

Gezer í nýggjari kjaki
Tá “minimalist-skúlin” (2) fekk ávirkan á bíbliulesturin, fingu bíbliutekstirnir avbjóðingar, um teir eru søguliga rættir. Ímeðan “Keypmannahavnarskúlin” ávirkaði gongdina í bíbliulestrinum, hevði hann lítla ávirkan á ta bíbilsku fornfrøðina.
Men hetta broyttist púrasta, tá ið ástøðið um “tað lága tíðarraðið” var sett fram av Israel Finkelstein á lærda háskúlanum í Tel Aviv. Miðskeiðis í 1980-árunum mælti Finkelstein til, at tíðarásetingarnar fyri tey vælgrundaðu tíðarrøðini í leirløgunum í gamla Palestina skuldu flytast niður. Týdningarmesta úrslitið var, at prógvini um ísraelska statin á Dávids og Sálomons døgum (10. øld f. Krist) vórðu flutt til 9. øld f. Kr. Soleiðis vórðu tey fornfrøðiligu prógvini um sameinda kongadømið burtur.
Talsmenninir fyri “tað lága tíðarraðið” halda ikki, at Dávid og Sálomon hava fingið heiðurin og eru settir inn í tekstin, soleiðis sum “minimalistarnir halda”. Teir halda heldur, at bíbilsku frásagnirnar hava kannað tveimum smáum ættarhøvdingum eina glæsiliga fortíð, tá ið staturin var stovnaður. Tí eru stórbæru borgarmúrarnir í Hasor, Megiddo og Gezer og tey vælbygdu verndarvirkini ikki Sálomons verk, men eru gjørd undir Ákabi kongi, ið var seinri enn Sálomon.
Sjálvt um ikki allir fornfrøðingar góðtaka sjónarmiðini við “tí lága tíðarraðnum”, hevur tað havt stóra ávirkan á, hvussu fornfrøðiligir upplýsingar verða týddir. Tað er alneyðugt, at ein nýggj verkætlan, sum tekur hesar hugsanir upp, fer aftur til Gezer og fær greiði á málinum.

Tørvur á nýggjum útgrevstrum
Meðan gamli Tel Gezer er væl kannaður av R. A. Macalister fyrst í 1900-árunum og av Hebrew Union College í seksti og sjeyti– árunum, eru enn nógvir ósvaraðir spurningar um býin í sameinda ríkinum í gamla Ísrael. Av tí at fornfrøðingarnir eru ósamdir um, annaðhvørt Dávid hevur nakað við Gezer at gera ella ikki, so er ætlanin við nýggjum úgrevstrum at kanna tey stóru hervirkini sunnast á økinum og at grava fram fleiri tíðarskeið, so til ber betur at skilja vøkstur og menning í hesum jarnaldarbýi.

Nýggir fundir
Í 2006 komu teir í einum útgrevstri fram á eitt verndarvirki, sum er bundið saman við seks-rúma borgargarðin, ið verður hildin at vera frá Sálomons tíð. Verndarvirkið var bygt sum tveir javnfjarir múrar við skilaveggjum innií, umleið fimm metrar ímillum hvønn. Granskarar eru ikki vísir í, hvat hesi rúm vórðu brúkt til. Tey høvdu ongar hurðar. Kanska vóru hetta goymslurúm, sum slapst til úr erva. Ella vórðu tey fylt við mold og gróti.
Umframt hetta stóra verndarvirki vóru tvey stór týningarøki løgd ber. Fyribils eru tey tíðarfest til faraoarnar Merneftah og Siamun. Merneftah er kendur frá eini stórari herferð í gamla Palestina, har navnið Ísrael kemur fram fyrstu ferð í øðrum uppskriftum enn Bíbliuni. Nógvir granskarar halda, at Siamun er tann farao, sum hertók Gezer og gav hann sum heimanfylgju, tá ið hann læt dóttur sína giftast Sálomoni kongi.
Meðan partar av hesum stóra borgargarði vóru lagdir opnir eftir útgrevstrar, sum hava verið, vórðu fleiri nýggir fundir funnir í fjør. Tann fyrsti var ein stór umbygging í tí parti av býnum, sum lá tætt við portrið. Eina ferð í 8. øld f. Kr. var bygdur ein bygningur á súlum og ein annar bygningur, sum var fleiri goymslurúm bæði í erva og í neðra í borgargarðinum frá 10. øld f. Kr.. Bygningurin á súlum var 6,5x 4 m til støddar og goymslurúmini vóru sjey metrar til longdar.

Tjóðarpark
Teir nýggju útgrevstarnir vórðu gjørdir, samstundis sum staðið við eitt hátíðarhald varð opnað sum tjóðarpark. Hetta hendi 10. juli 2006, og ísraelsku náttúru- og parkmyndugleikarnir skipaðu fyri hátíðarhaldinum. Økið er 13 hektarar til støddar. Parkmyndugleikarnir og útgrevstrarmanningin starvaðu saman fyri at reinsa tey salomonsku og kanaaneisku portrini. Ætlanin við Gezerverkætlanini er at varðveita økið og røkja tað.
Tel Gezer verkætlanin er drúgv. Ætlanin er at kanna vøkstur og menning býarins. Eisini er avgjørt at hava ein skúla, har komandi fornfrøðingar kunnu verða upplærdir. Studentarnir taka lut við fornfrøðiligum arbeiði um dagin, og fyrilestrar og frálæra vera um kvøldið. Teir skulu eisini vitja onnur støð í Ísrael. Verkætlanin er opin fyri allar studentar og fyri sjálvboðin vaksin. Aðrir upplýsingar finnast á heimasíðuni www.gezerprojekt.org

(1) Fleiri enn 60 studentar tóku lut í fyrsta útgrevstrinum 4.- 7. juli 2006, Har aftrat stuðlaðu kibbutsirnar Gezer og Karmi Yosef.
(2) Eitt navn á tí kanningarrætninginum, sum metir GT vera savnað so seint sum í 4. – 2. øld f. Kr. og sum halda uppá, at frásagnirnar í GT hava lítið og einki við søguligu veruleikarnar at gera.

Myndasavnið

Komandi tiltøk
Tvær spennandi Ísraelsferðir

Miðskeiðis í oktober 2010 verður gjørd ein spennandi ferð bæði til Ísraels og Jordan. Á páskum í 2011 verður ein spennandi páskaferð á skránni.

Tíðindabrævið
E-mail-adressa:

Fornavn:

Eftirnavn:

Tilmelda
Frámelda