|
Lagt út hevur :
Frants Jensen
, tann 16/1-2009
So var aftur ófriður í Miðeystri. Ein nýggjur sorgarleikur er komin afturat teimum nógvu undanfarnu kapitlunum við sorgarleikum og ófriði.
Frants Jensen, blaðstjóri
Tað eru fleiri – eisini í Føroyum – sum hava meiningar og loysnir viðvíkjandi støðuni. Nøkur enntá rættiliga víðgongdar meiningar. Og so verður kjakast aftur og fram, og býtt verður í partar, hvør heldur við hvørjum.
Lat meg siga beinan vegin: Eg havi onga loysn at fáa teir mongu knútarnar viðvíkjandi støðuni í Miðeystri loystar.
Sum ein, ið hevur vitjað ofta í Ísrael og á palestinsku økjunum, og sum ein, ið hevur havt áhuga fyri Ísraels fólki og landi í nógv ár, og tí havi lisið og hoyrt nógv um viðurskiftini har eins og á teimum palestinsku økjunum, kundi eg komið við nógvum viðmerkingum viðvíkjandi støðuni. Men eg vil í hesum umfari spara tykkum fyri tað.
Støðan í Miðeystri er sera, sera, sera fløkt. Bæði søguliga, átrúnaðarliga, mentanarliga, sosialt og politiskt er støðan ófatiliga fløkt. Longu frá barni av er hatrið yvirfyri mótpartinum lagt niður í børnini, og tí virkar tað sum ein skrúva uttan enda.
Tað er heldur eingin loysn at koma við Koranini ella Bíbliuni í hond og gera niðurstøðurnar, at soleiðis og soleiðis skal loysnin vera.
Hava vit Jesus – hann sum búði og ferðaðist í økjunum, sum vit í dag kalla Ísrael og Vestara Áarbakka – til fyrimynd, so er loysnin til tað truplu støðuna í Miðeystri ein heilt onnur, enn hana vit hoyra teir flestu serfrøðingarnar vísa á. Loysnin, ið Jesus kom at boða, var fyrigeving. Hann ynskti at sameina báðar partar, og bróta niður millumgarðarnar, ið skiltu partarnar.
Tað er mær vitandi bara ein felagsskapur, ið arbeiðir við sameining av jødum og palestinum sum sínum hjartamáli. Tað er kristni felagsskapurin Musalaha, ið er ein felagsskapur bæði fyri palestinar og jødar (‘Musalaha’ er arábiskt og merkir fyrigeving og sóning). Felagsskapurin hevur til endamáls, at palestinar og jødar – bæði kristin og ikki kristin – skulu møtast, koma at kenna hvønn annan og koma at kenna Jesus.
Tey hava millum annað skipað fyri legum saman – ofta í oyðimørkini, ella í einum uttaveltaðum landi. At byrja við hava luttakararnir havt nógvar fordómar fyri hvørjum øðrum, men við tíðini, sum tey eru komin at kenna hvønn annan betri, eru fordómarnir farnir, og vinarløg eru skapt.
Fleiri dømi eru um, at hesi vinarløg eisini hava hildið aftaná, at legan er liðug, og tað eru nógv, sum framvegis javnan tosa í telefon saman, samskifta á annan hátt, ella, um tað er møguligt, vitja hvønn annan.
Tað er bara Jesus, ið kann skapa sannan frið millum stríðandi partarnar. Lat okkum sum kristin tí fyrst og fremst arbeiða fyri, at partarnir mugu koma at kenna Jesus og sameinast í honum. Stuðlið tí einhvørjum friðartiltaki! Biðið fyri støðuni! Og biðið fyri teimum, ið líða!
Hetta er okkara skylda sum kristin – og tað kemur enntá framum okkara ymisku meiningar um, hvør hevur rætt og hvør hevur skeivt, ella hvar møgulig landamørk skulu liggja, ella hvør hevur rætt til landið!
Biðið um frið – í Miðeystri!
|