Forsíða | Ísraelsmissiónin | Shalom-blaðið | Tiltøk | Missión | Útsendingar | Tíðindi | Slóðir
Legg síðuna í foretrukne  Ger síðuna til startsíðu   English version

 
Greinar
Return to sender
Biðið um frið – í Miðeystri!
Via Dolorosa og Via Amorosa
Borgarlið Sálomons funnin í Gezer?
Leiðin hjá Ísraelsfólki úr Egyptalandi
Ein mynd av Jesusi?

Shalom-Blaðið
Apríl 2010, síða 1
Apríl 2010, síða 2
Apríl 2010, síða 3
Apríl 2010, síða 4
Nov. 2009, síða 1
Nov. 2009, síða 2

Tvær spennandi Ísraelsferðir

Lagt út hevur : Frants Jensen , tann 14/1-2010

Miðskeiðis í oktober 2010 verður gjørd ein spennandi ferð bæði til Ísraels og Jordan, og á páskum í 2011 verður ein spennandi páskaferð á skránni.
 




 
Ferð 1: Ísrael og Jordan 12. - 24. oktober 2010
Á hesi ferð upplivir tú tey heilagu støðini, sum tú hevur hoyrt og lisið um í Bíbliuni. Sigl á Genesaretvatninum, svim í Deyðahavinum, vitja á Massada, í Betlehem, í Nasaret og ikki minst, vitja kenda og umstrídda býin Jerúsalem! Sum nakað eyka á hesum túrinum verður eisini farið til Jordan. Har kanst tú millum annað fara á Nebofjall, haðani Móses sá inn í tað lovaða landið og vitja tann heilt ótrúliga og spennandi býin Petra! Vitjað verður eisini í Negevoyðimørkini eins og feriubýin Eilat, sum liggur við Reyðahavið. Ein ferð bæði fyri tey, ið hava verið í Ísrael áður, og fyri tey, ið fara fyrstu ferð.

Ferðaleiðarar: Frants Jensen, frants@kallnet.fo, tel 444817, 770017
og Hilmar Højgaard, esh@kallnet.fo, tel 448056, 748056
Tekningarfreist: 1. august

Les meiri um ferðina her.



Ferð 2: Páskaferð til Ísraels í apríl 2011
Ein klassisk rundferð, har tú upplivir tey heilagu støðini, sum tú hevur hoyrt og lisið um í Bíbliuni, umframt at tú upplivir páskirnar í Ísrael. Síggj Jerúsalem frá Oljufjallinum, gang líðingarvegin Via Dolorosaog uppliv páskastemningin í býnum við tí tómu grøvini. Vitjað verður millum annað eisini við Genesaretvatnið, á Golanheyggjunum, í Nasaret, í Betlehem, við Deyðahavið og á Massada.

Ferðaleiðarar: Petra og Jóhan Henriksen, 457795@olivant.fo, tel 457795
Tekningarfreist: Seinast tveir mánaðir fyri fráferð

Myndasavnið

Komandi tiltøk
Tvær spennandi Ísraelsferðir

Miðskeiðis í oktober 2010 verður gjørd ein spennandi ferð bæði til Ísraels og Jordan. Á páskum í 2011 verður ein spennandi páskaferð á skránni.

Tíðindabrævið
E-mail-adressa:

Fornavn:

Eftirnavn:

Tilmelda
Frámelda