|
Lagt út hevur :
Frants Jensen
, tann 12/6-2010
Heimasíðan hjá Ísraelsmissiónini varð fyrr í vikuni hakkað, tað vil siga, at óviðkomandi høvdu verið inni og gjørt skaða á síðuna.
Tað vísti seg, at tað var ein turkiskur anti-ísraelskur felagsskapur, ið hevði hakkað seg inn á síðuna, og hevði lagt myndir m.a. við forboðsskelti út yvir dávidsstjørnuna, umframt at teir høvdu strikað nógv av tilfarinum, ið lá inn á síðuni, og lagt út leinkju til teirra heimasíðu ístaðin. Eisini høvdu tey sent tíðindabræv út til limir á síðuni hjá Ísraelsmissiónini við leinkju til teirra egnu heimasíðu. Tíbetur var ein trygdarskipan á heimasíðuni, ið goymir tilfar minst eina viku aftur í tíðina, so tað eydnaðist at fáa alt tilfarið, sum lá á síðuni, innaftur. Trygdarskipanin við heimasíðuni er nú eisini gjørd betri. Eisini útlendskar heimasíður, sum bera navnið Ísrael, hava bæði nú og eisini áður verið hakkaðar.
|