|
|
|
| |
| Dripin, tí barnið hon gekk við var genta |
|
|
Lagt út hevur :
Frants Jensen
, tann 5/7-2010
|
| Nablus. |
PALESTINA: Ein palestinskur maður hevur viðgingið, at hann drap 27 ára gomlu konu sína. Orsøkin var, at hon var við barn, og barnið, hon gekk við, var ein genta og ikki tann drongurin, sum hann ynskti sær.
Kvinnan varð funnin deyð í heimi sínum nærindis Nablus í palestinska økinum í Ísrael. Hjúnini áttu frammanundan tríggjar dreingir og eina gentu. Familjan hjá kvinnuni sigur, at maðurin var øvundsjúkur inn á bróður sín, tí hann átti níggju synir, verður sagt á LifeSiteNews.com. Málið í Nablus er ikki nakað eindømi. Í teimum økjum í heiminum, har dreingir verða virðismettir hægri enn gentur, eru tað fedrar, sum bera seg ógvusliga at. Hetta hevur við sær harðskap og kynsbundnar fosturtøkur.
Kelda: IMT
|
|
|
| Myndasavnið |
 |
|
|
|
| Komandi tiltøk |
Tvær spennandi Ísraelsferðir
Miðskeiðis í oktober 2010 verður gjørd ein spennandi ferð bæði til Ísraels og Jordan.
Á páskum í 2011 verður ein spennandi páskaferð á skránni.
|
|
|