|
|
|
| |
| Talgilda deyðahavsrullurnar |
|
|
Lagt út hevur :
Frants Jensen
, tann 5/7-2010
ONGLAND: Universitetið í Cambridge ætlar at talgilda deyðahavsrullurnar og onnur gomul átrúnaðarlig og vísindalig rit.
Kenda universitetið ætlar at talgilda bókasavn sítt, so tað verður atkomiligt hjá øllum í heiminum, sum hava internetsamband. Á bókasavninum eru nøkur av heimsins størstu og kendastu søvnum av jødiskum handritum, millum annað deyðahavsrullurnar, umframt muslimsk og kristin handrit, millum annað eitt sera áhugavert handrit av tí grikska Nýggja testamentinum. Á bókasavninum eru eisini nógv vísindalig handrit um nútíðar menning, millum annað eftir Newton. Talgildingin er vorðin møgulig, eftir at Dr. Leonard Polonsky gav 13,5 milliónir krónur til verkætlanina, upplýsir Christian Today. Tey fyrstu søvnini, sum verða talgild, fáa heitini: ”Grundarlagið fyri trúgv” og ”Grundarlagið fyri vísindi”. Kelda: Udfordringen
|
|
|
| Myndasavnið |
 |
|
|
|
| Komandi tiltøk |
Tvær spennandi Ísraelsferðir
Miðskeiðis í oktober 2010 verður gjørd ein spennandi ferð bæði til Ísraels og Jordan.
Á páskum í 2011 verður ein spennandi páskaferð á skránni.
|
|
|