Bookmark and Share     Sitemap    
 

Meet the People of Israel

Í mong ár hevur føroyska Ísraelsmissiónin sent volontørar at arbeiða á ymiskum stovnum í Ísrael, sum t.d. heim fyri brekað børn, heim fyri autistar o.a.
 
Her er talan um ein ítøkiligan tørv, ið ikki verður nøktaður av tí almenna. Volontørar okkara, ið eru persónlig kristin, gera eitt socialt/diakonalt arbeiði.
 
  • Eitt meinigsfylt diakonalt arbeiði millum jødar og arábar.
  • Fá innlit í jødisku røturnar hjá kristindóminum.
  • Uppliv nógvar ymiskar mentanir og sera vakra náttúru.
  • Ver við í einum altjóða felagsskapi við onnur.
Sum MTP-volontør fært tú møguleika at arbeiða á einum heimi fyri tey, ið bera brek, stovni, røktarheimi, kreativum verkstaði, sjúkrahúsi ella hospice.
 
Vit kunnu ikki lova, at tú fært títt fyrsta ynski um stovn uppfylt, men vit royna okkara besta í samsvar við tíni áhugamál. Men tú skalt rokna við einum spennandi arbeiðsplássi, har tú møtir avbjóðingum í øðrvísi arbeiðsumhvørvi, øðrvísi arbeiðshættum og samskifti.
 

Beit Tamar

  • Eitt lítið heim fyri tey, ið bera brek, við pláss fyri 10 búfólkum.

  • Røktaruppgávur og hugni í heimligum umhvørvi, og at fylgja teimum til tannlækna, til handils, úferðir v.m.

Alyn Sjúkrahúsið


  • Eitt sjúkrahús fyri uppvenjing og rehabilitering fyri tey, ið hava fysiskt brek, børn og ung, sum eru meira ella minni fastir sjúklingar á heiminum.

  • Røktar-/sjúkrarøktaruppgávur og hugni við børnunum ella hjálpari í "skúlanum".

Sct. Louis


  • Eitt sjúkrahús fyri langtíðar sjúklingar orsaka av álvarsamari sjúku - fyri nøkur eitt hospice.

  • Røktar-/sjúkrarøktaruppgávur við pláss fyri at arbeiða sjálvstøðugt í samstarvi við læknar og sjúkrarøktarfrøðingar.

Phinat Sheloshet Havot


  • Røktarheim við umleið 40 búfólkum, býtt sundur í 2 deildir, alt eftir hvussu sjálvbjarging tey eru.

  • Hjartalag og gott umhvørvi og har tað er góð tíð at ganga túrar, spæla og hugna um búfólkini.

Maon Gilo


  • Er eitt størri heim fyri fólk, ið bera fysiskt brek, við umleið 70 búfólkum.

  • Hjálpari í workshop, svimjihyli og fysioterapi ella røktaruppgávum, ganga túrar við búfólkum og aðrar praktiskar uppgávur.
 
San Simon
 

  • Er eitt heim fyri 19 fólk við fysiskt brekað vaksin fólk.

  • Røktaruppgávur, fylgja teimum til banka, handlar, lundir, spæl og hugni í heimligum umhvørvi, ella praktiskar húsavørð uppgávur.

Shekel

  • Er ein íbúð fyri 6 fysiskt brekað í aldrinum 24 - 40 ár.

  • Uppgávurnar eru í høvuðsheitum røktaruppgávur, fylgja teimum á túrum, venjing við búfólkunum v.m.
 
 
Áhugað/ur at gerast volontørur?
 
 
Skriva til Ísraelsmissiónina ella tosa við ein av landsnevndarlimunum.
 

Israelsmissiˇnin | Trˇndarbrekka 1, FO-510 Fuglafj°r­ur - Faroe Islands | Tlf.: +298 770707