Bookmark and Share     Sitemap    
 

Stu­la ═sraelsmissiˇnini


Hjálp okkum at bera tað besta vit fingu úr Ísrael, evangeliið, aftur til Ísraelsfólk!

Ynskir tú at stuðla arbeiðinum hjá Ísraelsmissiónini, kanst tú lata eina gávu á eina av niðanfyri nevndu konti:

Bank Nordik: 6460 - 159.194.2
Eik Banki: 9181 - 125.004.5
Norðoya Sparikassi: 9865 - 100.455.1
Postgiro: 9870-4300409

Tað ber eisini til at lata eina gávu á netinum, við at nýta eitt gjaldskort. PayPal-skipanin er sera trygg!

Trýst her.

   Vit takka hjartaliga fyri eina og hvørja gávu til ísraelsmissión.


Skipað gevaratænasta (mánaðargáva) til Ísraelsmissiónina

Skjal at fylla út og senda til Ísraelsmissiónina.

Hví hava skipaða gevaratænastu til Ísraelsmissiónina? Bíblian eggjar okkum til at geva. Í 2. Kor. 9,7 stendur: " Ein og hvør gevi, eins og hann hevur sett sær fyri í hjarta sínum, ikki av óhugi ella av neyð; tí at Gud elskar glaðan gevara."

Tá ið nú Bíblian í Róm. 1,16 minnir okkum á, at gleðiboðskapurin er "fyri jøda fyrst", eru fólk sum eisini vilja geva fast hvønn mánað til Ísraelsmissiónina. Fastir gevarar - ella skipað gevaratænasta - gevur okkum betri møguleika at leggja tilrættis arbeiði okkara.

Betri er at fáa hetta avgreitt beinanvegin, áðrenn tað verður gloymt. Set tygum í samband við ein av landsnevndarlimunum, ella send okkum hetta skjalið.

Ynskja tygum at lata eina fasta upphædd hvønn mánað til Ísraelsmissiónina, kann hetta eisni gerast við at geva peningastovninum boð um eina fasta flyting til Ísraelsmissiónina.

Tøkk fyri eina gávu til Ísraelsmissiónina. Harrin vælsigni teg og varðveiti teg.


Shalom Landsnevndin

Skjal at fylla út og senda til Ísraelsmissiónina.

 

 

 


Israelsmissiˇnin | Trˇndarbrekka 1, FO-510 Fuglafj°r­ur - Faroe Islands | Tlf.: +298 770707